![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fýra íslendsk ferðafólk eru avvíst á flogvøllinum í Vágum.
Tey lendu, men av tí at tey ikki hava føroyskan/danskan ríkisborgararætt, sluppu tey ikki longur enn á sjálvan flogvøllin.
Hetta váttar Michael Boolsen, fúti fyri Kringvarpinum.
Hetta er fyrsta dømi um, at tað innferðareftirlit, sum varð sett í verk mánadagin, hevur forðað fólki í at koma inn í landið.
Í verandi støðu hava bert fólk, ið eru borgarar í ríkisfelagskapinum millum Føroyar, Danmark og Grønland loyvi at ferðast í honum. Tær avmarkingar á ferðing, sum eru galdandi í Føroyum og Danmark í løtuni, eru ikki galdandi innan fyri ríkisfelagsskapin.
Um ferðafólk ólóliga royna at koma inn í landið henda tvey ting, ið ikki hendu í gjár. Av tí at tað er ein serlig støða, fingu teir fýra íslendingarnir ikki bót, og teir vórðu ikki sendir til Íslands beinleiðis, tí einki ferðasamband er millum Føroyar og Íslands. Tí vórðu ferðafólkini sett á fyrsta flogfarið til Danmarkar, har tey síðani kunnu flúgva aftur til Íslands.
Hetta sigur fútin við Kringvarpið.
Tað er ikki heilt greitt, hvat flogfar talan var um. Michael Boolsen segði við Kringvarpið, at tað var í gjár. men um tey eru komin beinleiðis úr Íslandi kann tað ikki vera í gjár sambært yvirlitinum hjá Atlantic Airways - tá lendur bert eitt úr Gran Canaria og eitt úr Keypmannahavn. Eitt flogfar úr Reykjavík lendi í dag 11.22, sambært Atlantic.fo.
Dagført: 14.08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald