Innanlands

Fýra fólk deyð við koronu

Fýra deyðsføll eru nú skrásett í Føroyum, har persónar hava latið lív við koronu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-03 18:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú eru fýra fólk deyð við koronu í Føroyum. Tað vísa nýggjastu koronutølini hjá heilsumyndugleikunum á corona.fo.

Sostatt eru tvey fólk deyð við koronu í Føroyum seinastu dagarnar. 

Fyrsti deyðstilburðurin, sum var skrásettur í sambandi við korona, var 5. januar í ár, og annar tilburðurin varð fráboðaður 31. juli.

Nú eru so tvey fólk afturat deyð við koronu í Føroyum. Tann fyrri deyðstilburðurin var við í tølunum mánadagin, og hin í kvøld.

Átta fólk eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu í løtuni. Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, segði við Portalin í gjár, at í flestu førum er talan um eldri fólk, har ymiskt annað bagir. 

Men tey hava fingið koronu meðan tey hava ligið á sjúkrahúsinum ella aðrastaðni, og koma tí við í tølini sum innløgd við koronu, greiddi hann frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder