Fimm innløgd, seks innløgd, sjey innløgd, tíggju innløgd.
Soleiðis stendur at lesa í dagføringunum, sum dagliga koma frá heilsumyndugleikunum um hvussu nógv eru innløgd við koronu.
Og tað er nettupp orðið “við”, sum hevur ein týdning.
Í flestu førum er talan um eldri fólk, har ymiskt annað bagir, men tey hava fingið koronu meðan tey hava ligið á sjúkrahúsinum ella aðrastaðni, og koma tí í tølini sum innløgd við koronu, greiðir Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum frá.
Tað merkir heldur ikki, at øll tey tíggju liggja á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum.
Seks fólk vóru innløgd á koronudeildini í gjár, og í løtuni hava vit trý, greiðir varastjórin frá. Eisini hava vit trý innløgd á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum eru testað positiv, men sum liggja har av aðrari orsøk.
Hini liggja aðrastaðni í sjúkrahúsverkinum.
Átta stovur eru á koronudeildini.
Fyri tað mesta koppsett fólk
70,9 prosent av fólkatalinum hava fingið tvey prik og hetta sæst eisini aftur á teimum, sum verða innløgd, tí tey eru í mesta mun koppsett.
Tað eru so mikið nógv koppsett í Føroyum, so tað endurspeglar eisini tey innløgdu á koronudeildini, men tað hava eisini verið nøkur ung fólk inni, sum ikki eru koppsett, og eru blivin so mikið illa fyri av koronu, at tey eru innløgd, upplýsir Tummas í Garði.
Annars er aldurspennið á teimum, sum hava verið innløgd við koronu í Føroyum í stóran mun frá 60-70 ár og upp til 97 ár.
Tillaga virksemið fyri at fáa tøk seingjarpláss
Sjúkrahúsverkið boðaði fyrr í dag frá, tillagingar nú verða gjørdar í virkseminum vegna støðuna við koronu.
Avgerð er tikin um at avmarka tær elektivu skurðviðgerðirnar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Endamálið er at fáa fleiri hendur til at taka sær av sjúklingum við koronu og fáa til vega fleiri seingjarpláss.
Les meira: Sjúkrahúsverkið tillagar virksemi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald