2020-04-02 07:48
Tað eru nú í alt 177 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Tað kunngerð Heilsumálaráðið í morgun. Hetta byggir á í alt 4.512 kanningarúrslit.
Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið, upplýsir Landslæknin.
Í løtuni eru í alt 81 føroyingar staðfestir frískir aftur – ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald