Mentan

Fýra føroysk tónlistafólk skulu framføra á Iceland Airwaves

Talan er um Elinborg, Mariannu Winter, Aggrasoppar og Jazzygold. Tey skulu á pallin í Reykjavík fyrst í november, tá stóri vinnu- og tónleikafestivalurin er á skránni

2023-09-28 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri kortum komu vit heim av einum sera væl eydnaðum pallátaki á The Great Escape, har vit hoyrdu og sóu heili fimm føroysk tónlistafólk, ið settu sín dám á festivalin. Meðan vit búgva okkum til by:Larm og Reeperbahn Festival í septembur, har føroysk tónlistafólk eisini verða at síggja á pallunum, hava vit tað fragd at kunna boða frá, at Elinborg, Marianna Winter, Aggrasoppar og Jazzygold eru til reiðar at fara á pallin hjá Iceland Airwaves í novembur.

- Tað er ómetaliga stuttligt, at vit fáa høvið at endurtaka viðburðin frá 2022. Í ár sum í fjør fara tónlistafólkini at hava minst tvær almennar konsertir í part á festivalinum, har onnur er á tí sera sentrala spælistaðnum Iðnó eitt fríggjakvøld. Har fara vit at hava eina framførslu við bara føroyskum tónlistafólkum á pallinum. Tey føroysku tónlistafólkini hava eina konsert aftrat, og báðar verða ein partur av tí almennu skránni.

Hetta sigur Glenn Larsen, leiðari Faroe Music Export (FMX).
 
Iceland Airwaves er, sum The Great Escape og by:Larm og Reeperbahn Festival, ein rættiliga væl kjølfestur vinnu- og musikkfestivalur, ið presenterar mong listafólk – bæði komandi úrvald og viðurkend tónlistafólk, ið eru farin at nærkast headliner-status nógvastaðni í Europa.

Festivalurin er í Reykjavík og varir í tríggjar dagar, tá ið høvuðsfokus er sett á nýggjan tónleik, bæði íslendskan og internationalan. Iceland Airwaves draga hvørt ár eina undranarvert stóra fjøld av fólki uttan úr heimi til sín, áhoyrarar, tónleikavinnu og tónleikamiðlar, og festivalurin hevur fleiri ferðir verið miðdepilin í byrjanini á yrkisleiðini hjá fleiri mætum tónlistafólkum.
 
Millum tónlistafólkini, ið hava spælt á Airwaves fyrr, hava vit stór nøvn sum til dømis Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, Vampire Weekend og fleiri onnur.
 
Í fjør settu Føroyar eitt stórt fótafar á festivalin: Marius DC vakti ans hjá heimskendum tíðarritum sum eitt nú Rolling Stone Magazine.

[object Object]
 
Umframt konsertirnar verður um dagin skipað fyri ráðstevnu við víðfevndum innlitsførum pallborðum, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum.

- Vit hava tikið mong týðandi stig eftir fáum árum, og tað er skilligt, at Europa og heimurin annars leggja merki til okkum. Møguleikarnir verða bara fleiri og fleiri samstundis við, at úrslitini koma bæði sum avtalur, miðlaumrøður og fleiri konsertir. Vit eru ein hollur pallur í løtuni, og sum skilst eru útlitini hjá okkum sera spennandi, staðfestir Glenn Larsen.
 
Bíleggingarstjóri hjá Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, sigur í viðmerking, at hann fegnast um at fáa nøkur góð føroysk nøvn í ár. Á farnu festivalunum hava føroyingar staðið seg ógvuliga væl og verið vælumtóktir millum áskoðarar, tíðindafólk og fólk í vinnuni.

Iceland Airwaves er í Reykjavík millum 2. og 4. novembur. Les meira um festivalin her.

Faroe Music Export

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder