2021-01-22 18:47

Grundlógarforhoyrið í Føroyar Rætti endaði fyri løtu síðani við teimum fýra monnunum, sum løgreglan hevur handtikið.
Teir blivu allir fýra ákærdir fyri rán, frælsistøku við tí endamáli at skaffa sær vinning og fyri avnoyðslu.
Ein av teimum ákærdu var frammanundan varðhaldsfongslaður fyri brot á narkotika lóggávuna.
Allir fýra blivu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur. Teir eru ávikavist 23, 24, 28 og 46 ára gamlir.
Tveir av teimum hava kært avgerðina.
Grundlógarforhoyrið bleiv hildið fyri afturlatum hurðum.
Grundað á víðari kanningararbeiði, hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald