 
                
            Eftir tilmæli frá tveimum filmsráðgevum, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum játtað tilsamans 37 umsóknum stuðul til film í ár.
Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um ymisk sløg av filmi, t.d. dokumentarfilm, stuttfilm, spælifilm og animatiónsfilm.
Samlaða filmsjáttanin í 2023 er 4 mió. kr.
Í fyrra umfari komu 42 umsóknir inn, sum søktu um tilsamans 7,8 mió. kr. 26 umsóknir fingu stuðul á uml. 3 mió. kr. tilsamans.
Í seinna umfari komu 25 umsóknir, sum søktu um tilsamans 4,5 mió. kr. 11 umsóknir fingu stuðul á uml. 1 mió. kr. tilsamans.
Umsóknarfreistin til komandi umfar verður 1. februar 2024.
FYRRA UMFAR:
| Umsøkjari | Verkætlan | Játtan | 
| Mikkjal Davidsen | Hurlus | 20.000 kr. | 
| Jón Hammer | Sjónleikarinnan | 100.440 kr. | 
| Jón Hammer | The last paradise on earth | 100.000 kr. | 
| Lars Borella | Færøsk Mosaik | 80.000 kr. | 
| Barbara Lervig | Eva | 45.000 kr. | 
| Ingun í Skrivarastovu | SÆLA | 40.000 kr. | 
| Franklin Symphor Henriksen | Grímur Havreki - (Proof of Concept) | 120.000 kr. | 
| Heiðrikur Á Heygum | Ein sjómanssøga | 150.000 kr. | 
| Heiðrikur Á Heygum | Island Fever | 60.000 kr. | 
| Torfinnur Jákupsson | LÝ | 327.342 kr. | 
| Jón Hammer | Eitt sindur um hvussu vit elska | 200.000 kr. | 
| Kristina Kapilin | Nólsoyarkona | 50.000 kr. | 
| Maria Winther Olsen | Halt um meg | 100.000 kr. | 
| Trygvi Danielsen | Sóljan | 100.000 kr. | 
| Torfinnur Jákupsson | Tinganes | 370.000 kr. | 
| Jónfinn Stenberg | Hin Rusuti | 120.000 kr. | 
| Rikke Tambo Andersen | Ild, vand, jord, luft | 50.000 kr. | 
| Ingun í Skrivarastovu | Tey ósjónligu | 53.000 kr. | 
| Mariann Sofiasdóttir | Ein raskur drongur | 34.914 kr. | 
| Katrin Joensen-Næs | Elska meg | 75.000 kr. | 
| Gudmund Helmsdal | Vandaferð | 250.000 kr. | 
| Dánial Pauli Gullstein Dalbø | 3 klikk | 37.500 kr. | 
| Mateusz Karys | Lítli beiggi mín | 200.000 kr. | 
| Jákup S. Thøgersen | Danny Baldursson - Nú skal okkurt henda | 50.000 kr. | 
| Julia í Kálvalíð Jacobsen | Faðir mín faðir | 180.000 kr. | 
| Hanna Davidsen | Mítt val | 20.300 kr. | 
SEINNA UMFAR:
| Umsøkjari | Verkætlan | Játtan | 
| Hanna Davidsen | Skuggaeingil | 16.000 kr. | 
| Trygvi Danielsen | Hvítt pulvur (arb.heiti) | 63.362 kr. | 
| Anton Petersen | Ikki fyrr enn tá | 100.000 kr. | 
| Rúna Volmarsdóttir | Leitanin | 50.000 kr. | 
| Jón Hammer | Óveruliga verðin hjá Aldu | 106.500 kr. | 
| Jón Hammer | Horror Antologi | 200.000 kr. | 
| Eir í Ólavsstovu | Havið - Taradrotningin | 100.000 kr. | 
| Sólfríð Maria Í Rók | Spírar 2 | 80.000 kr. | 
| Franklin S. Henriksen | Fallin | 100.000 kr. | 
| Barbara Lervig | Alt er komandi | 150.000 kr. | 
| Jens L. Thomsen | ORKA - At Once | 100.000 kr. | 
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald