placeholder
Mentan

Fýra norðurlendskir rithøvundar vitja Bókadagarnar

Talan er um Gyrðir Elíasson, Iben Mondrup, Anne Holt og Marry Ailonieida Sombán Mari. Hesi fara á ymsan hátt at vera við til tiltakið, ið byrjar um eina viku

2022-11-09 16:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samstarvi við útgávufeløg, felagsskapir og rithøvundar bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey, ið kanska hava ein serligan tokka til bókmentir í Føroyum, fáa høvi at savnast. Á skránni er m.a. rithøvundasamrøður, upplestur, bókaframløgur, skriviverkstaður, bókasøla og mangt annað.

Norðurlandahúsið hevur hesuferð bjóðað fýra sera ymiskum rithøvundum til Bókadagarnar, sum í ár verða 16. - 20.november.

Sjangrurnar, sum hesir rithøvundarnar virka innanfyri, eru serstakliga ymiskar, og tí kann ein altíð finna okkurt tiltak, sum er áhugavert fyri júst tey. Sjangrurnar flyta seg frá sterkum lýriskum yrkingum til spennandi krimi bókum – frá skaldsøgum um skapanartrongd til skaldsøgur um familju og kærleika.  

Gyrðir Elíasson (ÍS) hevur skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, men ongantíð er nakað útgivið á Føroyskum – inntil nú. Sprotin hevur tvey tey seinastu árini givið tríggjar skaldsøgur út eftir íslendinginum; Sandábókin (2021), Suðurgluggin (2021) og Sorgarmarsjurin (2022). Páll Danielsen fer at lesa upp, og síðani verður samrøða við rithøvundan.  

Iben Mondrup (DK) er uppvaksin í Grønlandi, og tað hevur ávirkað hennara lív og hennara ritverk. Hennara nýggjastu bøkur TABITA (2020) og VITTU (2022) vera høvuðstemaði í tiltakinum til Bókadagar. Rithøvundurin fer sjálv at hava eina framløgu, og síðani verður ein samrøða millum hana og Bergljót av Skarði.  

Ein tann kendasti krimi-rithøvundurin í norðanlondum Anne Holt (NOR) kemur eisini til Bókadagar. Flest kenna Vik/Stubø-røðina sum skapar grundarlagið á tí væl umtóktu svensku sjónvarpsrøðini, Modus. Tað verður eisini ein møguleiki at fáa Anne Holt at signera eina bók.  

Rithøvundurin, yrkarin, leikrithøvundurin og myndlistakvinnan Marry Ailonieida Sombán Mari (Sápmi) er tilnevnd til Nordisk Litteraturpris 2022 við yrkingasavninum Beaivváš mánat / Leve blant reptiler. Rúni Weihe fer at hava eina samrøðu við hana.  

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder