2020-10-27 13:44

Fýra persónar ið lendu í Vágunum í gjár, fingu staðfest covid-19. Hetta skrivar corona.fo. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Samanlagt vórðu 709 kanningar gjørdar í gjár. Fýra av teimum 709 kanningunum vóru positivar, og í løtuni eru 16 persónar í Føroyum smittaðir.
Eingin er innlagdur í samband við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald