
Trý fólk lótu lív, tá skot fullu í miðbýnum í Uppsala týsdagin. Talan var um ung fólk - í aldrinum 15 til 20 ár.
Les eisini: Tríggir persónar skotnir til deyðis í Uppsala
Ein persónur undir 18 ár varð handtikin sama kvøld. Viðkomandi er framvegis í varðhaldi, og tað eru tríggir aðrir eisini.
Løgreglan arbeiðir útfrá, at tað er ein persónur, ið skeyt, meðan onnur hjálptu á ymiskan hátt. Persónurin, sum er undir illgruna fyri at hava skotið og dripið, er í tjúgunum.
Tað er í morgin, at støða skal takast til, um viðkandi skal varðhaldsfongslast í eina tíð. Hetta hevur ákæruvaldið í dag mælt til.
Tað skrivar stóri svenski miðilin SVT
Fleri ósvaraðir spurningar eru framvegis, men løgreglan og ákæruvaldið eru nú nærri einum svari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald