
Seinnapartin í gjár var ein skottilburður í fjórðstørsta svenska býnum Uppsala, sum kostaði trý mannalív.
Sí eisini: Tríggir persónar skotnir til deyðis í Uppsala
Nógv ivamál hava verið um málið, men nøkur ting eru vorðin greiðari eftir at svenska løgreglan í morgun hevur havt tíðindafund í Uppsala.
Løgregluovastin Erik Åkerlund kundu millum annað staðfesta tað, sum størsti spurningur var um: Ein persónur er handtikin.
Svenski miðilin Dagens Nyheter skrivaði í morgun, at talan var um ein persón undir 18 ár. Á tíðindafundinum varð upplýst, at tann handtikni er 16 ára gamal.
Handtøkan fór fram í gjárkvøldið. Tað er tó ikki greitt, um hetta er einasti illgerðarpersónurin í málinum. Erik Åkerlund staðfestir, at løgreglan heldur fram at kanna málið gjølla, og at fleiri skulu handtakast.
Ung fólk dripin
Svenska løgreglan staðfestir eisini, at tey dripnu vóru ung fólk - millum 15 og 20 ár.
Tey eru tó ikki endaliga eyðmerkt enn, og tískil hava tey avvarandi ikki fingið nøkur boð enn.
Tey myrdu vórðu finnin á einari hárfríðkanarstovu miðskeiðis í Uppsala. Tað framgongur einki um, at onnur komu til skaða, og tí var helst talan um eitt málrættað dráp.
Um hugt verður eftir aldrinum á teimum dripnu og á tí handtikna, so er sannlíkt, at tey persónarnir kendu hvønn annan.
Løgreglan í Uppsala vil annars ikki upplýsa, hvussu nógv skot vórðu latin, og hvussu tað fór fram. Eingir smálutir um hantøkuna verða bornir fram enn.
Erik Åkerlund viðurkennir, sambært tv2.dk, at nógvir ósvaraðir spurningar eru. Tó verður aftur staðfest, at fólk í Uppsala ikki skulu kenna seg ótrygg. Nógv bendir á, at hetta er ein "einstøk hending". Einki er komið fram um, at tað hevur nakað við bandakríggj at gera.
Dagført: 09.39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald