Tað eru nú í alt 122 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 2482 kanningarúrslit.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í gjár var talið av smittaðum føroyingum 118, sostatt komu fýra smittaðir føroyingar afturat attølunum í gjár.
Samstundis, sum talið av smittaðum veksur spakuliga, so veksur talið av fólkum, ið eru frísk aftur, skjótt.
Tað eru nú 33 koronasjúklingar, ið eru meldaðir frískir aftur. Tað eru 10 fleiri enn talið var í gjáramorgunin. Tveir føroyingar eru innlagdir á sjúkrahús orsaka av koronavirus.
Sostatt eru tað nú 89 føroyingar, ið eru sjúkir við covid-19. Hetta er annar dagur á rað, at hetta talið er minkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald