2020-03-29 08:08
Tað eru nú í alt 159 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.
Hetta byggir á í alt 3637 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun.
Eisini eru tøl fyri tey sum eru blivin frísk aftur kunngjørd. Nú eru 70 føroyingar staðfestir frískir eftir at hava fingið staðfest korona. Hetta eru seks afturat síðani heilsumyndugleikarnir seinast boðaðu frá hesum í gjáramorgunin.
Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald