Innanlands

Fýra vikur afturat í varðhaldi

Ein 21 ára gamal maður skal vera í varðhaldi í fýra vikur afturat. Hann varð handtikin í oktober og er skuldsettur fyri neyðtøkur

(Savnsmynd: Føroya rættur)

(Savnsmynd: Føroya rættur)

2024-08-09 15:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 21 ára gamal maður er skuldsettur fyri fleiri neyðtøkur, og í dag avgjørdi Føroya rættur at varðhaldsfongsla mannin fýra vikur afturat.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani hann í oktober í fjør varð handtikin.

Ákæruvaldi vil ikki siga hvussu nógvar neyðtøkur maðurin er skuldsettur fyri og heldur ikki nær ella hvar, tær skulu verða framdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder