
Miðskeiðis í juni undirskrivaðu Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður fyri norðurlendskt samstarv, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, ætlanaravtalu um bygging av einum nýggjum grønum alibáti.
Tað eru Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri, sum hava tikið stig til verkætlanina, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki. Bakkafrost, sum ynskir at ganga á odda í burðardyggu menningini, luttekur í verkætlanini vegna føroysku alivinnuna.
Uppgávusetningurin var at byggja ein alibát, sum bert nýtir grøna drívmegi. Hetta inniber, at drívmegin skal vera 100% burðardygt framleidd, og báturin má ikki hava nakað útlát av vakstrarhúsgassum.
Mánadagin 12. oktober var seinasta freist at lata tilboð inn, og inn komu fýra tilboð. Ein metingarnevnd er niðursett, sum teir fýra veitararnir nú skulu leggja síni uppskot fram fyri. Nevndin tekur síðani støðu til, hvør skal vinna útboðið, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.
Metingarnevndin fremur sína meting út frá hesum parametrum:
Orskuskipan – teknisk loysn (vekt 40%), prísur (vekt 40%), herundir samlaði boðsprísurin og mettur rakstrarkostnaður pr. rakstrartíma, íroknað viðlíkahald og avskriving á orkuskipan, umframt skipsteknisk loysn, t.e. snið, kapasitet, góðska v.m. (vekt 20%)
Í metingarnevndin, sum skal taka avgerð, eru: Sigurð í Jákupsstovu (umboð fyri Orka/Umhvørvisstovuna), Regin Jacobsen (umboð fyri Bakkafrost), Thormund Johannesen (umboð fyri skipstekniska ráðgevan Knud E. Hansen), og Svend Søyland (umboð fyri Nordisk Energi Forskning).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald