Innanlands

Fyri fyrstu ferð fóru løngjaldingarnar ein einstakan mánaða upp um milliardina.

Hetta hendi í desember í fjør, vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni.

Mannfólkini fingu nærum tað tvífalda av hvat kvinnurnar fingu í løn í desember (Savndmynd)

Mannfólkini fingu nærum tað tvífalda av hvat kvinnurnar fingu í løn í desember (Savndmynd)

2022-01-13 10:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin kundu vit fortelja frá Hagstovuni, at ongantíð fyrr vóru so nógvar lønarútgjaldingar framdar, sum í desember 2021. Talið lá oman fyri 28.000 fyri fyrstu ferð.

Les: Metstórt tal av lønútgjaldingum í desember 

Nú hevur Hagstovan eisini sett krónur á nýggjastu lønarhagtølini, og hesi vísa, at goldnar vóru 1.051 milliónir krónur út í lønum í desember. Hetta er fyrstu ferð, at lønarútgjaldingarnar fóru upp um milliardina í einum einstøkum mánaða.

Hagtølini vísa, at desember mánaði altíð er hin størsti í árinum viðvíkjandi lønarútgjaldingum.

Til sammetingar vórðu 981 milliónir útgoldnar í lønum í desember 2020 og 941 milliónir í desember 2019.

Lakastu desembermánaðirnir til lønarútgjaldingar vóru í kreppuárunum 1994 og 1995, tá lønarútgjaldingarnar í desember vóru ávikavist 285 og 287 milliónir, so vøksturin hesi knapt 30 árini má sigast at hava verið stórur á hesum øki.

Mannfólkini fingu nærum tað tvífalda av hvat kvinnurnar fingu. Av teimum 1.051 milliónunum, vórðu 685 milliónir goldnar til menn og 366 milliónir til kvinnur, vísa hagtølini.

Býtt upp í økir, fóru 41,2 prosent til løntakarar í Suðurstreymoy, 22,2 prosent til Eysturoynna, 11,7 til Norðoyar, 6,9 til Norðurstreymoy, 6,8 til Suðuroynna 5,7 til Vágar, 1,9 til Sandoynna og 3,6 prosent fóru til løntakarar uttanlands.

Lønarútgjaldingarnar fyri alt árið í fjør vóru 10,645 milliardir krónur. Hetta er 375 milliónir krónur meira enn í 2020 – ein vøkstur á 3,7 prosent.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder