Í dag halda ukrainar jól, og hjá nógvum teirra er tað fyrstu ferð, at teir skulu hátíðarhalda jól 25. desember.
Síðan 1917 hevur Ukraina nevniliga fylgt siðvenjuni hjá russisku ortodoku kirkjuni, sum fylgir juliansku tíðarrokningini, og hildið jól 7. januar. Men í summar avgjørdi ukrainska stjórnin, at hetta skuldi broytast.
Í lóg, sum varð samtykt í juli og undriskrivað av ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, stendur m.a., at ukrainar vilja "liva teirra egna lív við teirra egnu siðvenjum og halgidøgum", skrivar Ritzau.
Tær flestu eysturlendsku kirkjurnar brúka, eins og russiska kirkjan, juliansku tíðarrokningina, í staðin fyri ta gregoriansku, sum verður brúkt í gerandisdegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald