Innanlands

Fyri triðju ferð hetta skúlaárið: Øll flutt úr Glasi

Tað er óvist, hví ávaringarskipanin fór frá

2019-10-29 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

In.fo skrivar, at aftur í dag noyddust allir næmingar og øll starvsfólk á Glasi at fara úr bygninginum. Tað var eldávaringin í skúlanum, ið frá frá. 

Steinbjørn Hardlei, fyribils rektara á Glasi, segði soleiðis við Miðlahúsið:

- Ávaringarskipanin for frá, men vit vita ikki heilt hví. Øll eru komin út í øllum góðum og einki álvarsamt tykist at vera í vási, men vit kanna málið nú

[object Object]
Fólk bíða at sleppa inn í skúlan aftur (Mynd: in.fo)

Fyri stórum mánaði síðan var falskur alramur á Miðnámsskúlanum, og 11. oktober var aftur galið. Í seinna førinum var takan um nakað av royki í køkinum

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder