Eitt fyribils innferðareftirlit av ferðafólki, sum koma til Føroya, sum hevur til endamáls at forða úttlendskum ríkisborgarum ið at ferðast ólógliga inn í danska ríkið, er sett í verk.
Hesum boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi í morgun.
Orsøkin til hetta er, at mann ynskir at forða COVID-19 í at spjaða seg. Sostatt skulu øll ferðandi vera til reiðar at vísa samleikaprógv.
Marknaeftirlitið, sum danska stjórnin setti í verk 14. mars, umfatar eisini Føroyar. Endamálið er at forða útlendingum, sum ikki hava fastan bústað ella arbeiði í ríkisfelagsskapinum ella eitt viðurkenningarvert endamál við ferðini, ið at koma til landið. Útlendingar, sum ikki lúka treytirnar, sleppa ikki inn í landið.
Hetta eftirlitið er galdandi bæði fyri fólk, sum koma við flogfari og skipi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald