2023-09-26 15:02
Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíð hevur fyrilestrarkvøld í kvøld klokkan 19.
Roynhøllin verður karmur um tiltakið.
Skráin er hendan:
Torgir Strøm sigur frá sakarmálum úr Hvalba, sum hann hevur funnið í gomlum tingbókum. Joen Pauli Næs fer at greiða frá tíðarskeiðnum, tá pápi hansara, Petur Næs, var stjórnarlimur í koladriftini kríggsárini.
Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe siga frá um Maskinhúsið á Kolinum. Arnfinnur Thomasen sigur frá um Føroyingahavnina. Filmur, ið Knút Nygaard hevur upptikið í Hvalba í 1960´unum, verður sýndur.
Kaffimunnur verður eisini at fáa – lutaseðlar verða seldir. Fyriskipararnir minna fólk á at hava reiðan pening.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald