Hitatúrar, andvekur, liðapína, tunglyndi. Skiftisárini kunnu vera ein trupul tíð við bæði likamligum og sálarligum avbjóðinum. Men skiftisárini hava eisini í sær møguleikar fyri menning, heldur Shamila Johannesen. Hon hevur tí fyrilestur um vælveru og skiftisárini í Norðurlandahúsinum hin 17. august, kl. 15.
Fyrilesturin er ætlaður kvinnum, sum vilja vita meira um skiftisárini og fáa íblástur til góð skiftisár.
Shamila Johannesen fer m.a. at greiða frá týdninginum av at liva heilsugott, at eta heilsugóðan mat og kostískoyti, at íðka og styrkja vøddarnar, at sova væl og nóg mikið, at hava góðar vanar og at ansa eftir sær sjálvari, og - ikki minst - at hava ein jaligan hugburð til skiftisárini. Eisini fer hon at tosa um, hvørjir læknafrøðiligir hjálparmøguleikar eru.
Shamila Johannesen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og life coach við serkunnleika í nervafrøði, sálarfrøði, heilsu og føðslu. Í løtuni ráðgevur hon einstaklingum og bólkum í sjálvsmenning.
Fyrilesturin er á enskum, men Shamila skilur føroyskt.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald