
Stórur áhugi var fyri fyrilestrinum, sum Fróðskaparsetrið og Føroya Tele í gjár skipaðu fyri í Kongshøll á Vestaru bryggju.
Føroyingurin David Arge Klevang Pedersen, sum hevur havt ein týðandi leiklut í menningini av ætlanini at flyta Perceverance-akfarið út á mars var komin ein túr heim til Føroya at halda fyrilestur á setrinum.
Umframt at greiða frá spennandi ætlanini við serliga lasara tólinum, ið er ført fyri at greina tilfar og grundevnini á mars-skorpuni, greiddi David eisini frá, hvussu tað er eydnast honum at koma longu leiðina frá at vera 'nonnufressur' (næmingur á Sankta Frans skúla) til at gerast millum fremstu marsgranskarar í tøttum samstarvi við amerikanska rúmdarstovnin Nasa.
Fyrilesturin, sum er á enskum, byrjar einar 15 minuttir inni í filminum, eftir at rektarin á Fróðskaparsetrinum, Chik Collins, hevur sagt nøkur orð og boðið David Arge Klevand Pedersen vælkomnan.
Eftir fyrilesturin seta áhoyrarnir spurningar - nakrir teirra verða svaraðir á føroyskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald