SMJ er vaksið nógv síðan ársskiftið og í dag starvast omanfyri 60 fólk í fyritøkuni.
Í seinastu útgávuni av blaðnum Maskinmesteren, er drúgv umrøða av SMJ. Í blaðnum er sjóneykan millum annað á útbúgving.
- Dentur verður lagdur á at fáa lesandi verkfrøðingar, maskinmeistarar og installatørar í starvsvenjing, har tey kunnu royna hvussu ein slík yrkisleið er. Í fleiri førum hava lesandi fingið fast starv eftir loknan lestur, sigur Pætur Jakobsen.
- Tørvurin á fólki við hægri tekniskari útbúgving er stórur, og sær út til at vera vaksandi. Seinastu árini hevur verið ein ávísur vøkstur í upptøkuni av verkfrøðingum á universitetum, tó at tørvurin enn, er størri enn upptøkan. Í ár søktu 11 prosent fleiri at lesa civilverkfrøðing, og bert 2 prosent fleiri blivu upptikin, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald