Runavíkar kommuna og EL-Service á Skála skrivaðu fríggjadagin undir sáttmála um at gera el-veitingina til nýggja havnarlagið undir Høgabóli.
Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni í dag, at tá nýggja bryggjan varð handað kommununi fyri sløkum tveimum árum síðani, var ravmagnsveitingin ikki ein partur av verkætlanini.
Tað var tilvitað. Men eftir at Samskip nú hevur gjørt av at flyta sítt virksemi úr Oyrareingjumtil Runavíkar í summar, verður nú farið undir at gera neyðuga el-arbeiðið.
Eftir at Samskip hevur eyðmerkt sín tørv, umframt tann veitingartørv, ið kann væntast at gerast veruleiki næstu árini, hevur Landsbyggifelagið verkætlað arbeiðið, og fimm arbeiðstakarar fingu høvi at bjóða.
2. apríl vórðu tilboðini latin upp í býráðssalinum í Saltangará, og av teimum fýra innkomnu tilboðunum, hevði EL-Service á Skála tað lægsta tilboðið upp á áleið 2,75 milliónir krónur, skrivar runavik.fo.
Arbeiðið snýr seg um sterkstreymsinnleggingar til bingjustøð, ið kann veita streym til 120 frysti- og kølibingjur, og harafturat fer at bera til at menna skipanina soleiðis, at hon kann veita 180 bingjum nóg mikið av streymi. Harumframt skal ljósveiting gerast til bryggjuøkið, umvegis tvær mastrar við fýra LED-ljóskastarum í hvørjari, ið kunnu stillast eftir tørvi, fyri at orkunýtslan ikki verður størri enn neyðugt.
Umframt hetta verður bryggjan fyrireikað til landstreym, soleiðis, at bátar og skip frameftir kunnu fáa streym frá landi av.
Í ár eru settar av hesar upphæddir til havnaøkið hjá Runavíkar kommunu: Støðupláss við Runavíkar havn 200.000 kr. Ljós við nýggju bryggjuna undir Høgabóli 500.000 kr. Havnarútbygging og rampa 2.000.000 kr. og landstreymur 1.500.000 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald