![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Býráðsval verður í mai, og tískil fara upstillingarfundir at verða komandi tíðina kring landið.
Í Miðstovuni í Klaksvík í kvøld, mikudagin 27. mai, klokkan 19 hevur Norðoya Tjóðveldisfelag fyrsta uppstillingarfund til kommunuvalið í november.
Hetta er samstundis aðalfundur, ið varð útsettur vegna korona. Kvøldið byrjar við útsetta aðalfundinum. Skrá verður sambært viðtøkum felagsins, boðar felagið frá.
Síðan fer løgtingsumboðið hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum, Beinta Løwe, at hugleiða um fyrstu mánaðirnar í Løgtinginum, og býráðslimurin og fyrrverandi borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen fer at greiða frá um býráðsarbeiðið.
Steinbjørn O. Jacobsen varð tann einasti á Tjóðveldislistanum, ið varð valdur til býráðsvali í 2016. Tá fekk flokkurin stóra afturgongd. Hann situr sína sættu sætu í Klaksvíkar og er í býráðsminnilutanum.
Síðani verður fyrsti uppstillingarfundur til kommunuvalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald