Innanlands

Fyritøkur fáa upp til 80.000 krónur til fastar útreiðslur

Hjálparpakki verður væntandi lagdur fram í morgin, og hann skal hjálpa fyritøkum at gjalda rokningar

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-02 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein hjálparpakki verður væntandi lagdur fram í morgin. Meðan fyrsti hálparpakkin tók hond um løntakararnar, skal hesin hjálpa fyritøkum við føstu útreiðslunum.

Stuðulin úr landskassanum kann vera upp til 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir. Er umsetningurin hjá fyritøkuni í øðrum ársfjórðingi minkaður við meira enn einari helvt í mun til sama tíðarskeið í fjør, letur landskassin 75 prosent av mista umsetninginum í stuðli. Tó í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir, segði Helgi Abrahamasen, landsstýrismaður vinnumálum, við Dag og viku í kvøld.

Fyritøkur sum fáa lut í hjálparpakkanum, sleppa ikki at gjalda út vinningsbýti í trý ár, og stjórin í fyritøkunu kann ikki tjena meira enn 600.000 krónur í ár.

Hetta kann gerast dýrt fyri landskassan. Koma til dømis 1000 fyritøkur inn í kreppupakkan, og fáa hesar fyritøkur í meðal 40.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir, so kostar skipanin landskassanum 120 milliónir krónur.

Síggj alt innslagið úr Degi og viku her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder