2020-05-01 10:50
TAKS tekur nú ímóti umsóknum frá fyritøkum, sum ynskja at søkja um stuðul til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19. Hesum boðar TAKS frá í dag.
Stuðulin er partur av hjálparpakka 2, sum kom í gildi við lóg 9. apríl í ár. Kunngerðin, sum ásetir neyvari reglur fyri lógini, varð lýst fyrradagin, og nú er klárt at søkja.
Kunngerðin er umfatandi, og TAKS hevur tí gjørt eina síðu, sum greiðir frá reglunum, og hvussu ið søkt verður.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald