![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
"Teir siga eitt og gera beint tað øvugta" Soleiðis lýsir Kristina Háfoss løgmann og samgonguna í videobroti, ið Tjóðveldi hevur lagt út á sín Facebook-vanga.
Fíggjarlógin er til viðgerðar í tinginum í løtuni. Úr Tjóðveldi er gjørt greitt, at man ikki er nøgdur við, at yvirskotið bara skal vera 224 millónir, nú tíðirnar eru so góðar. Víst verður á, at Bárður á Steig Nielsen hevur sagt, tá hann sat í samgongu, at yvirskotið skuldi verið meira í hesum tíðum enn 500 milliónir, ið tað var seinast.
Kristina Háfoss hevði fíggjarmál um hendi í undafarnu samgongu. Hon undrast á minkingina, og sigur at góða búskaparliga gongdin skuldi verið nýtt til at spara upp og afturrinda skuld.
Fylg við 2. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2020 her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald