
Hvat kom burtur úr fullveldissamráðingunum, og hvussu upplivdu tey, ið samráddust, støðuna? Tað verður viðgjørt á tiltaki í Klaksvík leygardagin 24. apríl.
Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, og fyrrverandi landsstýrisfóllkini Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø, vóru øll við í samráðingunum, og fara at greiða frá, hvussu tey upplivdu samráðingarnar.
Í fjør vóru 20 ár síðani fullveldissamráðingarnar, og tí skipar Norðoya Tjóðveldisfelag fyri tiltaki, har tey, ið stóðu á odda í samráðingum, fara at greiða frá sínum upplivingum.
Tiltakið verður í Bøgøtu 3 leygardagin 24. apríl frá kl.16 til 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald