Innanlands

Trump kemur kortini ikki til Danmarkar

Hetta váttaði amerikanski forsetin á Twitter í nátt. Orsøkin er, at Mette Frederiksen hevur gjørt greitt, at Grønland ikki er til sølu

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-08-21 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

31. juli varð kunngjørt at Donald Trump skuldi koma á statsvitjan í Danmark 2. og 3. september. Hann skuldi hitta Mette Frederiksen, Kim Kielsen og Aksel V. Johannesen í Keypmannahavn.

- Høvuðsendamálið við vitjanini er Grønland

Skjótt gjørdist greitt, at tað var Grønland, ið hevði størst áhuga hjá Trump og USA, og í seinastu viku bórust tíðindi um, at USA ynksti at keypa Grønland frá Danmark.

Trump: Grønland ikki ovast á listanum um eg fari til Danmarkar

Síðani hevur Trump hálað í land, og segði at tað var ikki vist, at leiðin gekk til Danmarkar eftir Póllands-túrin, og í nátt okkara tíð staðfesti hann, at vitjanin verður av ongum: 

-  Danmark er eitt sera serligt við fantastiskum íbúgvum, men orsakað av útsøgnini hjá forsetisráðharranum, Mette Frederiksen, um at hon ikki hevur nakran áhugað í at tosa um eitt keyp av Grønlandi, so ynski eg at útseta túrin, sum var ætlaður til um tvær vikur.

Hetta skrivaði forsetin á Twitter. Hvíta Húsið hevur váttað tíðindini. Donald Trump takkar tó Mette Frederiksen fyri, at hon var so beinleiðis, og hann sigur, at hon spardi tíð og orku fyr allar partar. 73-ára gamli amerikanski forsetin sigur seg síggja sær fram til finna eitt annað tíðspunkt at hittast í framtíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder