Innanlands

Fyrst ringja – Ikki møta upp

Um illgruni er um, at tú er smittaður við coronavirusinum, ring fyrst, ikki møta upp, stendur m.a. í vegleiðingini frá heilsumyndugleikunum

Ólavur Frederiksen/Faroe Photo (Savnsmynd)

Ólavur Frederiksen/Faroe Photo (Savnsmynd)

2020-02-29 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar eru fleiri tilburðir av coronavirusinum – COVID-19 – staðfestir í grannalondum okkara, og herheima eru tvey fólk vorðin kannað. Kanningarúrslitini vóru tó negativ.

Les eisini: Triði danin fingið staðfest coronavirus: 30 afturat sett í sóttarhald

Heilsumyndugleikarnir fylgja væl við gongdini og eru til reiðar, um ein tilburður verður staðfestur í Føroyum, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu sína.

Eisini hava Føroysku Heilsumyndugleikarnir gjørt eina vegleiðing til, hvussu mann ber seg at, um illgruni er um, at mann er smittaður.

– Hevur tú fepur, hosta, trongd ella fært tú ilt, tá tú svølgir?

– Hevur tú seinastu 14 dagarnar verið í niðanfyri standandi londum?

  • Norðuritalia
  • Kina
  • Singapore
  • Hong Kong
  • Japan
  • Suðurkorea
  • Iran

Um ein hevur hesi sjúkueyðkenni og hevur verið í einum av hesum londunum ella hevur havt samband við ein, sum er undir illgruna fyri at hava fingið smittuna, er umráðandi, at mann ringir fyrst, áðrenn mann møtir upp hjá lækna fyri at staðfesta, um mann er smittaður.

Eisini hava myndugleikarnr gjørt eina vegleiðing til, hvussu ein ber seg at fyri at sleppa undan smittuni.

Mælt verður til at vaska hendurnar ofta, og at nýta spritt, um ein ikki hevur atgongd til vatn og sápu. Eisini verður heitt á fólk um at halda fyri munn og nøs, tá tey hosta ella njósa.

Meira sæst her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder