Fyrrapartin kom ferðamannaskipið Magellan á Kollafjørð. Umborð eru 1154 ferðafólk og manningin telur umleið 650 fólk.
Skipið er 222 metrar langt, 32,2 metrar breitt og er smíðað í 1985.
Eitt sindur av kjaki hevur verið um ferðamannaskip sum koma til landið nú nógv fokus er á corona-tilburðum. Men Tórshavnar Havn upplýsir fyri Kringvarpinum, at ferðamannaskipið í gjár sendi eina váttan fyri, at eingin umborð hevur nakra smittuberandi sjúku.
Hetta er vanlig mannagongd, tá ferðamannaskip koma til landið.
Í bussunum sum standa fyri ferðafólkunum, tá tey komu í land, er spritt sum skal brúkast.
Magellan fer av Kollafirði klokkan 19 í kvøld, og setur kós móti Reykjavík. 20. mars kemur annað ferðamannaskipið í ár til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald