Í gjár var fyrsta spakin fyri nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík settur í mógvin á Vágsbøi mitt í Klaksvík.
Nú verður verkætlanin at um- og útbyggja posthúsbygningin til stórsligið mentanarhús sett í gongd. Tónleikur var at hoyra, og røður vórðu hildnar av Signhild V. Johannessen, forkvinnu í Grunninum Mentanarhúsið, og av Jógvani Skorheim, borgarstjóra.
Tað var "the grand old lady" innan sjónleikalív í Klaksvík, Adelborg Linklett, sum gróv fyrsta flagið fyri mentanarhúsinum, sum eftir ætlanini skal standa liðugt við ársenda 2022.
Sí dokumentar hjá Eir í Ólavstovu um Adelborg Linklett: Millum leik og veruleika
Sí eisini: Ósbjørn Jacobsen Arkitektar teknað nýggja mentanarhúsið í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald