5. august boðaði Tórsgøta, ið fevnir um spælstøðini Reinsaríið, Perlan, Ostahúsið og Auluna, frá, at øll mentanartiltøk fyri komandi vikurnar vórðu avlýst orsakað av, at koronasmittan, aftur varð byrjað at gera um seg í Føroyum.
Síðan tá er støðan batnað, og tí boðaði Tórgøta í dag frá, at latið verður upp aftur 12. september – um tvær vikur.
Nú er greitt, at fyrsta konsertin í Reinsarínum verður við Marius Ziska. Hann kemur at framføra leygarkvøldið 12. september.
– Hans Marius Ziska hevur eina ófatiliga góða rødd, men ikki nokk við tí. Hann telist eisini millum bestu lagsmiðir í landinum. Hans Marius legði hart út longu sum tannáringur, tá risa hittið Mr. Headless fekk fólk at missa høvdið. Ja, longu tá fingu fólk varhugan av, at Hans Marius hevði nøkur heilt serlig tónleikalig evni.
– Líka síðan Mr. Headless sá dagsins ljós fyri knapt 20 árum síðani, so hevur Hans Marius forkelað okkum oyrini við óteljandi hittum sum Going Home, Silvurlín, Ongin er orsøk, Nærveran og Villingasjónin. Alt ótrúliga sterk, vøkur og vælskrivaði løg. Og nú sleppa vit at upplivað mannin í sínum rætta elementi á Reinsarínum, har aukustikkurin, hugnin og karmarnir passa perfekt til endamálið.
Tað verður tó ikki heilt sum fyrr, tí mest loyvda talið á áskoðarum verður skorið í helvt. Hetta merkir, at einans 70 fólk sleppa á konsert samstundis, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
– Vit fylgja tilmælunum frá mynduleikunum, umframt at øll søla av atgongumerkjum fer fram á netinum. Hetta er fyri skráseta okkara áskoðarar, soleiðis at myndugleikar hava møguleika at finna fram til smittukelduna, skuldi ein áskoðari havt smittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald