Á G! sleppa føroyingar endiliga at uppliva Jazzygold á palli, nýggju tónlistarligu verkætlanina hjá Jasmin Mote.
Síðan Jasmin Mote um árskiftið legði bólkin Jasmin í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistanavn, Jazzygold, hava vit fingið frálíka staklagið ‘Boring Like Me’, og frálík ummæli á festivalum uttanlands, men onga konsert á heimavølli.
Tí eru nógvir fjepparar av ársins songkvinnu 2020, ið sama ár stóð á odda fyri ársins útgávu, ið kunnu gleða seg.
Men hetta er bert ein byrjan, tí Jazzygold hevur arbeitt við nýggjum tilfari í tvey ár, og er nú klár at bergtaka heimin.
Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið.
Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rødd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals, nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald