Seint í gjárkvøldið og út á náttina var stórfingin løta í Notre Dame dómskirkjuni.
15. apríl 2019 kom eldur í kendu kirkjuni í París. Og tað var ikki nakar lítil eldsbruni, sum skjótt og lætt varð sløktur.
Dómskirkjan frá 1100-talinum fekk stóran skaða; millum annað á kenda takpartin. Tað var í 2021, at gongd varð sett á at endurbyggja. Yvir seks milliardir krónur vórðu savnaðir til endamálið, og vóru tað serliga franskir ríkmenn, sum spýttu í.
Fyrr í mánaðinum lat kenda krikjan dyrnar uppaftur fyri vitjandi, og á midnátt byrjaði fyrsta midnáttarmessan í Notre Dame síðani 2018.
Messan jólaftanjólaadag er ógvuliga gamal siður. Okkurt hevur órógvað, men áðrenn stóra eldin hevði Notre Dame síðani fyrst í 1800-talinum, eftir franska kollveltingin endaði, á hvørjum ári hýst midnáttarmessuni. Eisini meðan heimsbardagar og annað hava leikað á.
Messan frá midnátt sæst HER - nakrar myndir frá í nátt síggjast niðanfyri:
Myndir: EPA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald