Innanlands

Fyrsta skotið verður latið av í dag

Hátíðarhald byrjar klokkan 14

Mynd: Sandportal.fo

Mynd: Sandportal.fo

2018-06-21 11:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag verður fyrsta skot latið av í samband við at farið verður undir byggingina av Sandoyartunnilin.

Í hesum sambandi bjóðar Samferðslumálaráðið saman P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald í Traðardali á Sandoynni.

Skráin fyri hátíðarhaldið, ið byrjar kl. 14.00:

1. Bergur Poulsen nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
2. Aksel V. Johannesen løgmaður flytur fram røðu.
3. Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður flytur fram røðu og letur fyrsta skot av.

Eftir at fyrsta skoti, verður ein drekkamunnur at fáa í Meginskúlanum, eins og at møguleiki verður at siga nøkur orð har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder