Mentan

Fyrsta umfar av Sement 2023 á skránni leygarkvøldið

Stóra tiltakið í Reinsarínum byrjar klokkan 20 páskaaftan. Seks bólkar/einstaklingar spæla - sambært fyriskiparunum verður talan um eyka fjølbroyttan tónleik í ár

Sway var millum bólkarnar, ið framførdu til Sement í fjør (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Sway var millum bólkarnar, ið framførdu til Sement í fjør (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-04-05 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 8. apríl, páskaaftan, verður fyrsta umfar av árligu tónleikakappingini Sement. 

Í tíðindaskrivi frá Tórsgøtu verður lagt upp til, at Sement 2023 verður ein tónleikabuffét, har ongin fer svangur avstað. 

- Vit kunnu longu nú avdúka, at tónleikurin í ár verður eyka fjølbroyttur. Vit hava alt frá hip hop og metal til kór og afro pop. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir. Eldri og yngri. Akkurát sum tað skal vera.

Stóra kappingin fer av bakkastokki leygarkvøldið klokkan 20.00. Fyriskipararnir hava gjørt eina stutta lýsing av bólkunum/einstøklingunum, ið skulu framføra og kappast. 

Aggrasoppar
Vistfrøðiligu beatsini hjá Ayphini, einglastemmurnar hjá Dadu og romantisku/djevulsku útsøgnirnar hjá Sóljudrongi er tað, sum æðrasoppar kokkast við, og borðreiða við einum himmalsins ódnarveðri, við einari hjálpandi hond frá tænarunum hjá teimum.

Tað einasta, sum tú kanst vera vísur í, at tú ikki hevur peiling av, hvat ólukkan gongur fyri seg.

Volapück
Nú flyta vit okkum yvir í eitt alternativt indie univers, har mystikkur er eitt lyklaorð.

Alt byrjaði við parinum Áslu og Magnus og vinmanninum Benjamin. Tey trý hava leitað og leitað eftir einum samleika til bólkin, og nú eru tey endiliga komin á mál. Samleikin er ein samanrenning av bólkum sum Radiohead og Red Hot Chili Peppers blandað við psykedeliskan rokk.

Nafro
Nafro er ein energibumba. Og Nafro er eisini ein frísk samanrenning av hip hop, Afro pop og RnB. Hansara evnir sum sangari og sangskrivari gera Nafro til eina spennandi blanding av originaliteti og fangandi løgum. Og alt, sum Nafro fæst við er autentiskt og beint frá hjartanum.

Simona Paula á Fríðriksmørk
Fert tú í Eysturoyartunnilin, so eru tað stór líkindi fyri, at tú endar á Strondum. Og tað er á Strondum, at 25 ára gamla Simona skrivar síni løg.

Nú er tíðin komin, har Strendur skulu deila sína gávu við Tórshavn og restina av Føroyum. Hesa ferð fer Simona at framføra í hinum endanum av tunnilinum. Á Reinsarínum í Tórshavn.

Tormóður
Hann er eitt rímiliga óskrivað blað í Føroyum, men hann hevur verið spældur á P3 í Danmark. Og eitt av hansara løgum hevur meir enn 25.000 avspælingar á Spotify. Hetta er ein ambitiøsur maður, sum veruliga brennur fyri tónleikinum. Og nú sleppa vit at uppliva hann á Sement.

Brak
Brak er eitt rútmiskt kór, sum strembar eftir at syngja við kraft og megi. Tey hava peppað ymsar gamlar sangir sum Góða mamma og Føgur er foldin og aðrar. Hesir hava fingið heilt nýggjan gospel-ham.


Á Sement er bert talan um egin løg - "coverløg" verða løgd á hillina. Til ber at keypa 
atgongumerki á torsgota.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder