Innanlands

Fyrsta útlendska parið vígt í Sunda kommunu

Radka og Miroslav vóru komin til Føroya at ferðast – Tað var 23 ára gamli varaborgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, sum vígdi parið í gjár

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2021-08-03 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár var vígsla á skránni við Gjógv, har Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu, vígdi kekkiska parið, Radka og Miroslav.

Sambært Sunda kommunu eru Radka og Miroslav, sum vóru komin til Føroya at ferðast, fyrsta útlendska parið, sum er vígt í kommununi.

Samstundis var hetta eisini fyrsta uppgávan hjá Eyðsteini Zachariasen sum varaborgarstjóri.

– Eyðstein er bert 23 ára gamal og vænta vit, at hann er yngsti persónur nakrantíð, ið hevur vígt eitt par í Føroyum, skrivar kommunan.

Fleiri myndir frá vígsluni síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder