2023-10-27 18:51
Í dag vórðu Ulla Hansen og Kartin Lamhauge Hansen vígd á kommunuskrivstovuni. Tað var borgarstjórin Súni í Hjøllum, sum vígdi parið.
Hetta er fyrstu ferð, at eina vígsla er farin fram á kommunuskrivstovuni á Toftum.
Tá ið Nes kommuna í vár tók við býarheitinum, fekk borgarstjórin samstundis vígslumyndugleika. Fyrsta vígslan, sum borgarstjórin skipaði, var í Nebo 18. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald