Í 15 ár á rað skipaði Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali á kaiøkinum í bygdini, men í fjør setti korona steðg fyri hesum hugnaliga tiltaki, eins og so nógvum øðrum tiltøkum landinum. Tó varð skipað fyri konvoysigling á Skálafjørðinum 16. mai í fjør í sambandi við, at tað vóru 75 ár liðin, síðani annar veraldarbardagi endaði.
Tíbetur er nú eingin forðing fyri aftur at halda ein veruligan bátafestival, og hesin verður nú uppafturtikin. Talan er um 16. festival á Toftum seinastu 17 árini. Ein festivalur, sum plagar at vera væl vitjaður, og tað vænta og vóna fyrireikararnir eisini fer at vera galdandi í ár.
Sum undanfarnu árini verður festivalurin hildin fyrsta leygardag í mai, sum í ár júst fellur á tann 1. mai.
Nógvir bátar plaga at luttaka, eins og nógvir kampingvognar seta kósina móti Toftum hesar dagarnar. Longu hósdagin 29. apríl letur kampingøkið við Toftagjógv upp, eins og vitjandi bátar sama dag hava møguleika fyri at fáa pláss í bátahavnini.
Á sjálvum festivaldegnum 1. mai verður lagt til brots við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 11. Hálvan tíma seinni, klokkan 11.30, verður byrjað at sigla út móti Toftum, har bátarnir plaga at koma suður móti havnalagnum hálvanannan tíma seinni, sum er um 13-tíðina.
Ein hálvan tíma áðrenn hetta byrja harmonikuleikarar at spæla við bátahylin í Oyrunum, og klokkan 13 er Andlitsmáling. Somu tíð skipa Kvinnufelagið og Tofta Talvfelag fyri kaffisølu og tombola í festivaltjaldinum.
Klokkan 13.30 bjóðar Súni í Hjøllum, borgarstjóri, vælkomin við bátahylin í Oyrunum og tá lata eisini hoppiborgirnar hjá børnunum upp á festivaløkinum, eins og suppa verður at fáa í tjaldinum. Eisini byrja harmoleikararnir at spæla í tjaldinum frá klokkan 13.30.
Hálvan tíma seinni letur pylsuvognurin upp á festivaløkinum, og teir vælumtóktu festivalbúffarnir vera at fáa frá klokkan 15. Klokkan 15 syngur Undirhúskórið í tjaldinum, og klokkan 15.40 fer Herborg Torkilsdóttir við síni frálíku rødd á pallin har.
Teir væl kendu og góðu Tinganes yvirtaka tjaldpallin klokkan 16.20, og klokkan 17.15 verður mótasýning hjá Navia og Insito. Ein tíma seinni verður undirhald í tjaldinum, og frá klokkan 19 fer frálíki Hallur Joensen aftur á pallin har, eins hann hevur verið á nærum hvøjum ári, síðani farið var undir Bátafestival á Toftum.
Tað seinasta tiltakið, er syngið-við-tiltak við harmonikum, har Tórður Mikkelsen leiðir sangin. Hetta sangtiltakið byrjar klokkan 21 og heldur á til midnátt.
Skráin fyri Bátafestivalin 2021 á Toftum kann lesast í fullum líki her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald