Samlaða talið av smittaðum fór frá 115 og upp á 118 í morgun, tá myndugleikarnir kunngjørdu nýggjastu upplýsingarnar. Sostatt eru tríggjar kanningar, sum vóru positivar við covid-19 í gjár.
Hinvegin fór talið av frískum frá 14, og upp á 23 fólk.
Tað vil siga, at vit, fyri fyrstu ferð síðani fyrsti tilburðurin av koronavirusinum varð skrásettur í Føroyum, hava eina minking av smittaðum í løtuni. Tað sum á enskum verður rópt “active cases”. Hetta talið er farið frá 101 fólkum við smittuni til í morgun at vera 95 fólk.
Á hagtalssíðuni á Portalinum, sum eisini er at síggja niðanfyri, sæst positiva gongdin. Enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu, men vit kunnu øll vóna, at góða gongdin heldur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald