Í seinastu viku gjørdist hann “patient null” í Danmark. Eftir eina skíferiu í Norðuritalia varð Jakob Tage Ramlyng kannaður fyri coronavirusi, ið var og er í útbroti í just tí økinum.
Ramlyng fór í sóttarhald, eftir at kanningin var positiv, og tað noyddust fleiri av hansara starvsfelagnum eisini, tí hann hevði verið til arbeiðis, eftir at hann var komin aftur. Í byrjanini var Ramlyng saman við familjuni, men teirra royndir góvu negativt svar, og so fór maðurin fyri seg í eina íbúð, so at familjan skjótast gjørligt kundi koma úr sóttarhaldi.
Serfrøðingar siga, at Jakob Tage Ramlyng ikki kann smitta. Henn er kannaður av einum yvirlækna í smittusjúka. Hann hevur eingin sjúkueyðkenni og er frískur.
- Nú eri eg fríur. Eg eri frískur, so nú kann eg koma út og aftur til familjuna, ið er glað.
Tað sigur Jakob Tage Ramlyng við TV2, ið er hansara arbeiðspláss.
Les eisini: - Meira enn helmingurin av teimum smittaðu eru vorðin frísk aftur
Í Danmark eru nú 21 fólk smittaði við coronavirusinum. Tey flestu av teimum eru smittaði í Norðuritalia. 286 fólk eru í sóttarhaldi. Tveir persónar í Føroyum eru smittaðir.
Tíðindafundur hevur verið í forsætisráðnum um støðuna, har Mette Frederiksen hevur havt orðið. Forsætisráðharrin hevur tosað um nýggj tiltøk, ið verða setta í verk fyri
Myndugleikarnir mæla til, og hava eftir epedimireglugerðini rætt til at útseta ella avlýsa øll tiltøk, ið savna meira enn 1.000 fólk. Víst var eisini á, at kunna seg væl og hugsa seg væl um, áðrenn ein fer út at ferðast. Ein nýggj heimasíða verður nú eisini gjørd, ið savnar alla kunning um coronavirusið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald