Suðuroyartunnilin kemur. Hetta hevur politiska skipanin gjørt av við einum semjuskjali, sum allir flokkarnir hava skrivað undir.
Nú liggur lógaruppskot um Suðuroyartunnilin til ummælis. Í sambandi við hetta verða tríggir almennir hoyringsfundir hildnir í hesari vikuni.
Skráin fyri fundirnar er soljóðandi:
1. Politisk semja, lógaruppskot og fíggingarleistur (Aksel V. Johannesen, løgmaður)
2. Suðuroyartunnil og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi í Suðuroy (Pf. Suðuroyartunniln)
3.Møguligar loysnir viðvíkjandi tilhoyrandi verkætlanum á Sandoynni (Landsverk)
4.Spurningar og viðmerkingar frá fundarluttakarum
Tann fyrsti av hesum verður í Salt á Drelnesi í kvøld. Hann byrjar klokkan 19.
Sí eisini: Smyril siglir seinasta túrin klokkan 13
Fundirnir verða:
Í kvøld, mánakvøldið 25. november klokkan 19 í Salt á Drelnesi
Í morgin, týskvøldið 26. november klokkan 19 á Mørkini Miklu á Sandi
Mikukvøldið 27. november kl. 19 í Finsen í Havn
Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 6. desember 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald