Innanlands

Fyrsti íslendingur deyður við covid-19

Ein kona í sjeytiárunum deyð á korona-deildini á Landspítalanum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-24 09:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein íslendsk kona hevur latið lív á Landspítalanum við korona. Hon er sostatt fyrsti íslendingur, sum verður sagdur at vera deyður av smittuni.

Kvinnan var í sjeytiárunum og hevur drigist við sjúku í longri tíð, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Landspítalanum, skrivar ruv.is.

Hetta er fyrsti coronasjúklingurin, sum doyr á Landspítalanum. Í farnu viku doyði ein avstralskur ferðamaður í fýratiárunum á heilsumiðstøðini í Húsavík. Hann var eisini smittaður við covid-19. 

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein stórur partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder