Innanlands

Fyrsti koronatilburður staðfestur í Íslandi

Maður í fimmtiárunum avbyrgdur á sjúkrastovu á Landsspítalanum

2020-02-28 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður í fimmtiárunum er avbyrgdur í serligari sjúkrastovu á Landspítalanum í Reykjavík eftir at tað er staðfest, at hann er smittaður við koronavirusinum Covid-19. Talan er um fyrsta tilburðin av smittuni í Íslandi.

Heimasíðan hjá Ríkisútvarpinum skrivar, at maðurin ikki er serliga sjúkur, men at hann vísti sjúkueyðkennini, sum eru hosti, fepur og pínu í beinagrindini.

Sambært upplýsingunum hjá RUV, var maðurin partur í einum hópi á átta fólk, harav seks vóru íslendingar og tann eini persónurin frá einum landi, ið er rakt av coronavirussinum.

Maðurin hevur verið í Norðuritalia, men tó ikki í teimum økjunum, ið eru serliga rakt av virussinum, skrivar RUV.

Seinni í dag skipa íslendsku heilsumyndugleikarnir og løgreglan fyri tíðindafundi, har greitt verður nærri frá støðuni.

Í Føroyum eru tveir persónar kannaðir fyri møguliga smittu, men enn er ikki staðfest, um royndirnar hava víst smittuna. Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga klokkan 15.

Heilsumálaráðið her heima hevur júst sent út kunning um virusið  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder