Innanlands

Fyrsti norðoyingurin við korona: Bara sjúk í hálvan annan dag

Norðlýsið prátaði í kvøld við fyrsta norðoying, sum fekk staðfest covid-19. Hon er nú frísk aftur

2020-03-21 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg fekk fepur um kvøldi, har eg hevði ilt í kroppinum, og hevði høvuðpínu. Ta náttina fekk eg meira fepur, men longu dagin eftir var eg fepurfrí. So tað var ikki leingi, at sjúkan vardi. So hálvan annan dag vil eg siga, at sjúkan vardi hjá mær. Tveir dagar aftaná byrjaði forkølilsi at koma, men tað hevði lítið uppá seg, og nú er alt vekk.

Tað segði Osla Norðá, til tiltakið, sum Norðlýsið í kvøld hevði skipað fyri. Osla var fyrsti norðoyingur, sum fekk staðfest korona, men er nú ein av teimum 14, sum higartil eru blivin frísk aftur eftir at hava fingið staðfest covid-19.

Maður Oslu Norðá var ikki heima, tá hon fekk staðfest smittuna. Tveir dagar eftir, at Osla fekk staðfest smittuna, fingu døturnar sjúkueyðkenni, og fingu eisini staðfest covid-19.

Sostatt kundu Osla og døturnar vera saman, men maðurin, sum kom heim fyri nøkrum døgum síðani, slapp ikki heim til familju sína.

- Tað er ringt at síggja hvønn annan gjøgnum rútin, og ikki kunna vera saman. Eg havi havt tað ringt við tí og hann hevur havt tað uppaftur verri. Eg hevði genturnar, og hann hevur verið einsamallur, greiddi Osla Norðá frá.

Samfelagið er lítið, og nærum líka skjótt sum Osla Norðá fekk staðfest smittuna, vistu nærum øll í økinum, at tað var hon.

- Serliga tá var tað víst í sjónvarpinum, kom tað til mín at “eg eri ordiliga úthongd”, men allíkavæl haldi eg ikki, tað hevur verið heilt ringt. Men jújú, tað hevur ikki verið stuttligt at vera útgongdur.

- Eg havi tað gott, og tað er ein vika síðani eg bleiv frísk. Tað er ongantíð at hava verið smittað, og hava verið tnan, sum hevur borið smittuna víðari. Eg eri leys frá sóttarhaldinum, men tað gongur ein rúm tíð áðrenn eg klári at fara út aftur ordiligt, segði Osla Norðá.

Øll samrøðan sæst her (Frá 1 tíma og 19 minuttir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder