
(Sí hvussu tað sá út, tá fýra hvalir vórðu merktir í Sandagerði týskvøldið omanfyri. Upptøkurnar gjørdi Jan Hammer Egholm)
Korona hevur við sær, at vit ikki drepa grind fyribils, og hinvegin hevur tað eisini við sær, at fleiri grindir verða merktar.
Tær báðar grindirnar, sum eru sæddar seinastu vikurnar, eru merktar, og hetta er fyrstu ferð, at tað er eydnast at hava tvær merktar grindir samstundis. Tað skrivar heimasíðan hjá Havstovuni.
Tveir hvalir vóru merktir í Bø tann 6. juni, og týsdagin vóru fýra hvalir merktir í einari lítlari grind uppá 12 hvalir, sum varð funnin út fyri Hoyvík.
Merkingin í Havn er hin níggjunda í røðini við merkingum við fylgisveina-sendarum, fyri at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grindahvali í Norðurhøvum.
Grindin, ið varð merkt í Havn, ferðaðist fyrsta samdøgrið út móti Sandoyarbanka, og er síðan farin suðuryvir, út móti Hetlandsrennuni, og er nú á triðja degi 40 fjórðingar suður úr Akrabergi. Allir fýra hvalirnir eru saman.
Merkta grindin í Bø lá suður av Ytsta Banka, men seinastu dagarnar hava báðir hvalirnir ferðast í ein útnyrðing, inn í íslendskan sjógv, og er grindin nú 300 fjórðingar úr landi, á eini leið har dýpið er 2.500 metrar, skrivar Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald