2019-10-11 12:25
Hagstovan boðar í dag frá, at í juli vóru 28.150 løntakarar í Føroyum.
Tað eru næstan 650 fleiri í mun til juli-mánað í fjør. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000.
Mikudagin kunngjørdi Hagstovan, at í september vóru knappar 850 milliónir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum, og harvið er vøksturin týðiligur.
Til ber at lesa meira um gongdina á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald