Uttanlands

Fyrstu kvinnurnar fingið endurgjald í snyrilsmálinum

Latið varð upp fyri umsóknum 1. juli, endurgjaldsskipanin kom í gildi 1. september, og nú hava fýra grønlendskar kvinnur fingið endurgjald.

Í fjør gav danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen vegna donsku stjórnina grønlendskum kvinnum eina almenna umbering (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Í fjør gav danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen vegna donsku stjórnina grønlendskum kvinnum eina almenna umbering (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-09-06 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

27. august samtykti fólkatingið eitt endurgjald á 300.000 krónur til grønlendskar kvinnur, sum hava fingið snyril ísettan uttan neyðugt samtykki, og eftir endurgjaldsskipanin kom í gildi 1. september hava fyrstu kvinnurnar fingið endurgjald, skrivar Sermitsiaq.

Les eisini: Snyrilsmálið: Fólkatingið samtykt endurgjald til grønlendskar kvinnur

Danska Patienterstatningen upplýsti fríggjadagin, at tær fyrstu fýra kvinnurnar høvdu fingið endurgjald.

Endurgjaldsskipanin varð, sum áður nevnt, samtykt 27. august og kom í gildi 1. september, men kvinnur hava kunnað søkt um endurgjald síðan 1. juli, og tí hava fyrstu kvinnurnar longu fingið endurgjald.

Fríggjamorgunin høvdu tilsamans 353 kvinnur søkt um endurgjald.

Væntandi tekur tað tríggjar mánaðir at viðgerða eina umsókn um endurgjald.

Patienterstatningen fer í komandi viku at hava kunningarfundir um endurgjaldsskipanina í grønlendsku húsunum í Odense, Aalborg, Aarhus og Keypmannahavn, og í oktober fer Patienterstatningen á rundferð í Grønlandi at kunna um endurgjaldið.

Les eisini: Vilja hava altjóða dómstól at viðgera snyrilsmálið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder